- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka - Fyrilestrar
Katrin Eivindardóttir Danielsen hevur ph.d. í útviklings biologi. Hon starvast sum fulltrúi í Fólkaheilsustýrinum.
Katrin Eivindardóttir Danielsen hevur granskað í títtleikanum av nøkrum arvaligum sjúkum í Føroyum.
Í framløguni fer Katrin Eivindardóttir Danielsen at leggja fram nøkur úrslit frá granskingarverkætlan síni um arvaligar sjúkur í Føroyum.
Vísindavøka - Fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.