- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við trøum skal land byggjast
Í ár eru 40 ár liðin, síðan skógarfrøðingurin, Søren Ødum, og tann 22 ára gamli, Tróndur Leivsson, fóru til Kili og Argentina eftir 6.500 eldlandstrøum og -runnum at seta niður í Føroyum.
Nordisk Arboretudvalg skipaði fyri ferðini, og samstarvið við norðurlendska felagsskapin hevði stutt frammanundan havt við sær, at gróðurstøð kom í Miðhoydølum.
Sendingin varpar ljós á føroysku træplantingarsøguna. Longu í 1885 varð roynt at gróðurseta Føroya fyrstu viðarlund, men gróðursetingin miseydnaðist, og ikki fyrr enn í 1902 brast fyri nev í málinum.
Vitjað verður í fleiri av teimum elstu viðarlundunum, úti í Grøv í Klaksvík og í Sundalagnum, har sett varð á at gróðurseta nýggja viðarlund í vár.
Lagt til rættis: Uni Arge. Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam.
Við trøum skal land byggjast
Við trøum skal land prýðast varpar ljós á føroysku træplantingarsøguna.
Lagt til rættis: Uni Arge. Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam.