Við Jógvani á túri

Við Jógvani á túri
24-02-2022

Við rithøvundinum Jógvani Isaksen sum ferðaleiðara eru vit á rundferð í havnargøtum - í slóðum Hannis Martinssonar. Jógvan hevur skrivað krimibøkurnar um blaðmannin og uppdagaran Hannis Martinsson, sum filmsrøðin Trom er grundað á. Jógvan Isaksen er føddur og uppvaksin í Havn, og leiðir okkum hagar, sum vit í søgunum hitta Hannis. Hann vísir okkum, hvørjum húsi í Jóannes Paturssonargøtu, at Hannis býr í, eisini síggja vit, hvar vinmaðurin, Edmund West, hevur tilhald, vit síggja, hvar Hannis starvast, og hvar húsini hjá vinfólkunum Haraldi og Sannu úti á Reyni standa. Jógvan leiðir okkum eisini gjøgnum sínar barndómsins gøtur í býlinginum úti í Grønlandi í vesturbýnum. Jógvan Isaksen hevur búð í Danmark meginpartin av ævi síni, men heimbýurin Havnin er pallurin, ið flest allar hansara søgur fara fram. Lagt til rættis: Suni Merkistein Foto og klipp: Jónfinn Stenberg

Við Jógvani á túri

Við rithøvundinum Jógvani Isaksen sum ferðaleiðara eru vit á rundferð í havnargøtum - í slóðum Hannis Martinssonar.

Lagt til rættis: Suni Merkistein Foto og klipp: Jónfinn Stenberg