- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við hjálp frá góðum fólki
Jona Haraldsen, Sólrun Durhuus, Laila av Reyni og Arnleyg Haraldsen eru allar stakir uppihaldarar, sum liva undir tí, ið verður mett sum fátækramarkið í Føroyum.
Yvir 1500 føroyingar liva undir fátækramarkinum. Fátækramarkið er 60 prosent av miðinntøkuni í landinum. Tey, ið hava livað undir fátækramarkinum trý ár á rað, verða mett sum veruliga fátøk.
Við hjálp frá góðum fólki
Yvir 1500 føroyingar liva undir fátækramarkinum. Fátækramarkið er 60 prosent av miðinntøkuni í landinum. Tey, ið hava livað undir fátækramarkinum trý ár á rað, verða mett sum veruliga fátøk. Sendingin sigur søguna um fýra kvinnur, ið allar eru stakir uppihaldarar, og hvussu tær royna at fáa til dagin og vegin.