Valið um virðini

Valið um virðini (2:2)
01-01-2020
Føroysk stuttrøð

Løgtingsvalið 2019 var sermerkt, tí politiski vígvøllurin var sjáldsama væl uppmerktur. Veljararnir skuldu velja millum borgarligu andstøðuna ella sosialliberalu samgonguna.

Valstríðið snúði seg fyrst og fremst um grundleggjandi ósemjuna um, hvussu samfelagið skal fíggjast og virðini hjá landinum býtast. Men serliga tvídrátturin um, hvussu stóru virðini í fiskivinnuni skulu umsitast, skilti andstøðu og samgongu.

Løgtingsvalið var tískil eisini eitt val millum samgonguleiðaran Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, og andstøðuleiðaran Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum.

Jørgen er hin durkdrivni politikarin, sum fyrstu ferð tók sæti á løgtingi sum 20 ára gamal, og nú, hann er vorðin fimmti, hevur sæð, upplivað og - ikki minst - yvirlivað alt í politikki.

Aksel er hinvegin hin introverti og nærlagdi, men eisini sera væl umtókti løgmaðurin, sum setti met í persónligum atkvøðum til løgtingsvalið í 2015.

Tvey upptøkulið fylgdu Akseli V. Johannesen og Jørgeni Niclasen seinastu seks dagarnar av valstríðnum.

Í tveimum pørtum sleppur hyggjarin at síggja síður av valstríðnum og politikarunum, sum hann ikki sær vanliga.

"Valið um virðini" er bæði ein persónslýsing og ein upplivingarferð, sum sigur søguna um síðstu dagarnar áðrenn løgtingsvalið 2019.

Lagt til rættis hava Eyðun Müller Thomsen og Uni Leitisstein Hansen.

26-12-2019