- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru tøkini
Umhvørvið úti í Tinganesi er nakað heilt serligt. Og somuleiðis er søgan hjá Tinganesi bæði serstøk, fjølbroytt, týdningarmikil og dramatisk. Og tað merkist, tá tú gongur har úti.
Her finna vit nakrar av elstu bygningunum í Føroyum, her hevur Einahandilin hildið til, eins og beiggjarnir Nólsoyar Páll og Jákup Joensen hava havt sína gongd. Nógv privat handils- og vinnuvirksemi eisini hevur verið har, samstundis sum tingið eisini helt til úti í Tinganesi til tað varð niðurlagt í 1816.
Tvær ferðir hevur Tinganes verið herjað av herviligum eldsbrunum, í 1673, tá ættin tíbetur lá út eftir og í 1950, tá bæði Vektar- og Sjóbúðin brendu í grund.
Í hesari sendingini eru vit á ferð í Tinganesi saman við Tórolvi Weihe, savnsarkitekti á Tjóðsavninum. Tórolvur sigur okkum søguna um nógvar av bygningunum, samstundis sum nomið verður við umvælingina av Stokkastovuni.