Tann gloymdi tjóvurin

Tann gloymdi tjóvurin
27-03-2021

12. august 1911 var sum allar aðrir dagar á tí stóra listasavninum, Louvre, í París. Tað munnu vera tey fægstu, sum vita, hvussu tað er á einum listasavni sum Louvre, tá dyrnar eru stongdar. Men tey, sum halda, at tær stóru hallirnar eru tómar og friðarligar eins og eitt gravarkamar, mistaka seg stórliga. Í veruleikanum ganga fleiri hundrað fólk aftur og fram á Louvre teir myrku tímarnar av samdøgninum. Og hesin seinnaparturin hin 12. august 1911 var júst sum allir hinir. Og tí legði eingin merki til ein arbeiðsklæddan, hávaksnan mann, sum um seks-tíðina steðgaði á gólvinum beint framman fyri Monu Lisu. 

Árni Joensen hevur skrivað. Jógvan Arge lesur.

Tann gloymdi tjóvurin

Ljóðmynd sum Árni Joensen hevur skrivað. Jógvan Arge