Tá línuskipið Nólsoyar Páll var í havsneyð

Tá línuskipið Nólsoyar Páll var í havsneyð (2:2)
13-04-2020
Páskaaftan í 1967 legði línuskipið Nólsoyar Páll frá landi, ávegis til Grønlands á saltfiskaveiðu. Við skipinum vóru 26 mans. Hetta er annar partur.

Páskaaftan í 1967 legði línuskipið Nólsoyar Páll frá landi, ávegis til Grønlands á saltfiskaveiðu. Við skipinum vóru 26 mans.

Páskadag, um sekstíðina á kvøldið, var Nólsoyar Páll komin 150 fjórðingar vestur úr Mykinesi. Hann var landnyrðingur í ættini við nógvum vindi og kavaroki.

Við eitt reistist ein ógvuslig alda yvir stýriborðsloring. Aldan mentist og við eitt breyt yvir skipið.

Tá avfjaraði, lá Nólsoyar Páll 70 stig í bakborð. Lastin hevði skotið seg.

Støðan var hættislig og skipið sendi út neyðarkall.

Tað var fjáltur á manningini og teir ivaðust, um teir komu frá hendingini við lívinum.

Aldurnar vóru stórar og vindurin nógvur.

Spurningurin var ikki um, men nær, skipið fór runt.


Luttakarar:
Jaspur Kruse, dekkari á Nólsoyar Páll
Jógvan Finnur Tungá, dekkari á Nólsoyar Páll
Jallgrím Jacobsen, messur á Nólsoyar Páll
Heri Olsen, lærlingur á Tórshavn Radio
Hanna Jørgensen, kona ein av manningini, ið gekk burtur

Hans Egholm hevur lagt sendingarnar til rættis. 

Tá línuskipið Nólsoyar Páll var í havsneyð

Páskaaftan í 1967 legði línuskipið Nólsoyar Páll frá landi, ávegis til Grønlands á saltfiskaveiðu. Á veg til Grønlands var reistist ógvuslig alda yvir skipið, støðan var hættislig, og skipið sendi út neyðarkall. 
Páskaaftan í 1967 legði línuskipið Nólsoyar Páll frá landi, ávegis til Grønlands á saltfiskaveiðu. Við skipinum vóru 26 mans. Hetta er annar partur.
13-04-2020
Páskaaftan í 1967 legði línuskipið Nólsoyar Páll frá landi, ávegis til Grønlands á saltfiskaveiðu. Við skipinum vóru 26 mans. Hetta er fyrri partur.
12-04-2020