Súlukongurin í Mykinesi

Súlukongurin í Mykinesi
26-04-2024

Súlukongurin í Mykinesi fall fyri byrsuskoti hin 11. mai 1894. Tá hevði hann búleikast í Mykineshólmi í 34 ár, og hann mundi eisini kenna seg tryggan hendan dagin, tá byrsuskotið feldi hann.

Meðan hann livdi, høvdu Mykinesfólk eyguni eftir honum og góvu honum serstakt navn, tí hann var serligur. Men tíðindini um hansara deyða frættist út um allan heim, tá granskarar varnaðust, hvør súlukongurin veruliga var.

Slóðirnar eftir súlukonginum í Mykinesi eru nógvar, bæði í Føroyum og úti í heimi, og vit fara at hoyra um fleiri teirra í krýnikuni um súlukongin, sum byrjar í Mykinesi.

Súlukongurin í Mykinesi

Krýnika um súlukongin í Mykinesi, sum fall fyri byrsuskoti hin 11. mai 1894. Slóðirnar eftir súlukonginum í Mykinesi eru nógvar, bæði í Føroyum og úti í heimi, og vit fara at hoyra um fleiri teirra í krýnikuni um súlukongin, sum byrjar í Mykinesi.