Á stórhvalaveiðu við "Sumba"

Á stórhvalaveiðu við "Sumba"

Niels Juel Arge var ein túr við hvalabátinum, Sumba, og sigur sera livandi frá, tá teir skjóta hvalin, og tí, sum annars fer fram. Sendingin er millum tær elstu reportasjurnar hjá Kringvarpinum og er frá 1957. Fyrst í sendingini hevur Øssur Egholm samrøðu við Marius Rein um, hvussu Niels Juel Arge arbeiddi. Marius sigur m.a., at Niels Juel var meinkunnugur við stórhvalaveiðu, tí pápi hansara, Óli, hevði verið virkin í vinnuni.