- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sofía og djórini
- Skal eg doyggja, skal tað vera á føroyskari jørð. Sofía Thorsvig-Kajsdóttir rýmdi heim aftur til Føroya, tá korona brast á. Hon hevur nú funnið friðin í Elduvík, har hon hevur bygt ein djóragarð við hønum, dunnum, gásum og kalkunum. Djóragarðurin er á trøðni, sum familjan eigur longur inni í dalinum - einar 100 metrar frá bygdini. Hvønn morgun, hvønn seinnapart og hvørt kvøld vitjar Sofía djórini. Oftast hevur hon báðar hundarnar við sær. Djórini fylgja Sofíu trúføst, tá hon gongur longur oman eftir trøðni at geva teimum. Lagt til rættis: Finnur Koba.
Sofía og djórini
Skal eg doyggja, skal tað vera á føroyskari jørð. Sofía Thorsvig-Kajsdóttir rýmdi heim aftur til Føroya, tá korona brast á. Hon hevur nú funnið friðin í Elduvík, har hon hevur bygt ein djóragarð við hønum, dunnum, gásum og kalkunum.