Skiparin farin av brúnni: átta ár við Lars Olsen

Skiparin farin av brúnni
26-12-2019
- átta ár við Lars Olsen

Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur givið okkum øllum nógvar spennandi løtur tey seinnu árini. Framburðurin hevur verið stórur, men í seinastuni eru vit dragnaðir nakað. Undankappingin til EM-endaspælið í summar gjørdist hin seinasta hjá Lars Olsen sum venjara.

Hann hevur staðið á odda fyri føroyska landsliðnum longri enn nakar annar, og er tann, sum hevur fingið bestu úrslitini. Hann tók við 10. november í 2011, og hevur stjórnað Føroyum í 55 dystum í fimm undankappingum. Av hesum 55 dystum hava vit vunnið níggju og spælt sjey javnar. Í hansara skeiði fluttu Føroyar seg frá at vera nummar 153 til 83 á altjóða FIFA-styrkilistanum.

30. september í ár boðaði Lars Olsen frá, at hann gavst í starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari, tá undankappingin til EM-endaspælið næsta summar var av. Útidysturin móti Svøríki í Stockholm 18. november í ár var tí endin á einum týðandi skeiði í føroyskum fótbólti. Tann dagin takkaðu bæði Lars Olsen og liðskiparin Atli Gregersen fyri seg.

Í hesari sendingini líta vit aftur á farna átta ára skeiðið og meta um gongdina hjá Føroyum í teimum fimm undankappingunum frá 2012 til 2019. Vit skifta orð við Lars Olsen, fráfarandi venjara, Jóannes Jakobsen, hjálparvenjara, Atla Gregersen, fráfarandi liðskipara og Sigfríð Clementsen, venjara og viðmerkjara, og víst verða brot úr nógvum dystum hjá Føroyum hesi árini.

Suni Merkistein og Ragnar A. Jacobsen leggja til rættis.

Skiparin farin av brúnni: átta ár við Lars Olsen

Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur givið okkum øllum nógvar spennandi løtur tey seinnu árini. Framburðurin hevur verið stórur, men í seinastuni eru vit dragnaðir nakað.

Undankappingin til EM-endaspælið í summar gjørdist hin seinasta hjá Lars Olsen sum venjara.

Lars Olsen hevur staðið á odda fyri føroyska landsliðnum longri enn nakar annar, og hann er eisini tann, sum hevur fingið bestu úrslitini.

Hann tók við 10. november í 2011, og hevur stjórnað Føroyum í 55 dystum í fimm undankappingum. Av hesum 55 dystum hava vit vunnið níggju og spælt sjey javnar.

Í hansara skeiði fluttu Føroyar seg frá at vera nummar 153 til 83 á altjóða FIFA-styrkilistanum.

Í hesari sendingini líta vit aftur á átta ára skeiðið og meta um gongdina hjá Føroyum í teimum fimm undankappingunum frá 2012 til 2019.

Suni Merkistein og Ragnar A. Jacobsen leggja til rættis.

- átta ár við Lars Olsen
26-12-2019