Skaðagrindin í Sandvík í 1915

Skaðagrindin í Sandvík í 1915
13-02-2015
14 ungir mans lótu lív, meðan teir vóru í grind í Sandvík 13. februar 1915

Grindaboð í Sandvík ljóðaði av hvørjum munni í Hvalba hin 13. februar 1915. Fólk runnu allastaðni. Menn runnu upp á loft og niður í kjallaran, úti í hjall og í hoyggjhús. Teir tóku fram hvalvákn og grindakrók, belti við slíðra og grindaknívi í. Teir tóku fram brýni og hvítmálað grindakast við línu í. Teir bestu húðaskógvarnir vóru tiknir av naglanum at skøða seg í. Konufólkini runnu aftur og fram í køkini og úti í hjall, og tey skóru breyð, summi drýl, og pylsu og kjøt. Mannfólkini skuldu hava ein bita við sær, og mettir skuldu teir vera, áðrenn teir fóru. Vøttur, hálsturriklæði og pulshosur skuldu teir hava hjá sær, tí eingin visti, hvat fór at vera teimum fyri í ruskveðri í Sandvík á vetrardegi . Lítið vistu tey, at tá dagurin var liðin, so høvdu 14 mans í bestu árum latið lív í skaðagrindini. 10 teirra vóru úr Hvalba. Í sendingini hoyra vit frásøgn frá hendingini, sum Johannes Andreas Næs hevur skrivað. Samrøður eru eisini við ávíkavist Niels Mørk, ið var í grind í Sandvík henda dagin, og Dennu Mohr, ið kom á Hvalba henda vanlukkudag.

Skaðagrindin í Sandvík í 1915

Tann 13. februar í 1915 hendi ein sorgarleikur av teimum stóru í Sandvík. Grindaboð vóru í Sandvík henda dagin, og sandvíkingar og hvalbingar fóru í grind. Men vanlukka hendi og 14 mans sjólótust. Í hesari sendingini frá 2015 er samrøða er við Niels Mørk, ið var í grind í Sandvík henda vanlukkudagin.
14 ungir mans lótu lív, meðan teir vóru í grind í Sandvík 13. februar 1915
13-02-2015