- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seyðamaður og granskari
Helgi í Brekkunum segði læraraarbeiðið í Havn frá sær og tók við einum festi í heimbygdini Hósvík fyri at kanna fitina í seyðakjøtinum. Hann fann út av, at lomb, ið fáa nógva mjólk frá mammuni til tey verða flett, hava ósunnari fiti enn tey, ið eta nógv gras. Neyva skrásetingin í sambandi við kanningina hevur givið seyðamanninum úr Hósvík møguleikar at gera fleiri aðrar niðurstøður, ið gagna føroyska seyðahaldinum. Tórður Mikkelsen gjørdi sendingina í 2003
Seyðamaður og granskari
Hósvíkingurin Helgi í Brekkunum hevur frá barnsbeini av havt stóran áhuga fyri seyði. Hann gekk burtur í haga í fleiri hagapørtum í bygdini. Og síðani hann seinast í áttatiárunum fór at røkta í heimbygdini, hevur hann miðvíst lagt seg eftir at fáa sum mest burtur úr seyðahaldinum. Hann var forvitin eftir at vita, um tað er rætt, at seyðurin í teimum kørgu fjallahøgunum hevur betri fiti enn aðrir hagar. Tá hann fekk møguleikan at kanna hetta, tók hann av. Segði læraraarbeiðið í Havn frá sær og tók við einum festi í heimbygdini. Neyva skrásetingin í sambandi við kanningina hevur givið seyðamanninum úr Hósvík møguleikar at gera fleiri aðrar niðurstøður, ið kunnu gagna føroyska seyðahaldinum. Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen.