- Tíðindi, mentan og ítróttur
Saman um alt - tá lív og virki renna saman
Parlagið er eitt evni og øki í tilveruni, sum áhugar og upptekur nógv av okkum. Vit lesa, granska, kanna, kjakast og tosa um, hvussu parlagið virkar, og hvussu ein fær tað at rigga á best møguligan hátt.
Nógv, sum eru í parlagi, sammeta sítt parlag við onnur pør, og eru vit støk og ynskja okkum ein maka, hava vit hugsanir um, hvussu hetta parlagið skuldi verið.
Eins mangar hugsanir og ynski, ætlanir, væntanir og dreymar eru í mun til parlagið, eins mong sløg av parløgum finnast. Tí sum kunnugt er tíbetur ongin av okkum líka, og sjálvsagt er tískil eisini ymiskt, hvussu vit menniskju tilvitað og ótilvitað skipa okkara parlív, um vit hava eitt slíkt.
Eg havi altíð verið eitt sindur forvitin um, hvussu fólk skipað lív sítt, og fekk tí hugskotið at fara á rannsóknarferð í parløgum, har partarnir liva og virka privat og fakliga.
Eg helt hetta vera eitt áhugvert evnið at granska, tí er tað ikki ein dreymur at vera felags um alt í lívinum, ella er tað ein romantisk illusión, sum skjótt kann gerast ein marra?
Tað eydnaðist mær at finna trý ymisk pør, sum vildu greiða frá, hvørji fyrimunir og vansar eru við ikki bert at deila tak, innkeyp, reingerð, børn við meira, men eisini fakliga virkið.