- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúmdin
Í hesum 17. og seinasta partinum hoyra vit um, hvussu súgdýr koma fyri seg. Umrødd verður ein 47 milliónir ára gomul steinrenning av einum súgdýri. Steinrenningin er so væl varðveitt, at til ber at siga, hvat hetta lítla kvenndýrið át til seinastu máltíð. Dýrið verður nevnt Ida.
Steinrenningar av ymsum menniskjasløgum eru funnar t.d. í Afrika. Vit hoyra til dømis um Australopithecus, Homo erctus, Homo sapiens neanderthalensis og um okkara slag, Homo sapiens sapiens, sum fyri um leið 70.000 árum síðan legði leiðina úr Afrika til aðrar heimspartar.
Lívsvánirnar hava allar tíðir verið skiftandi. Brádlig skifti hava havt ógvisligar ávirkanir við sær, men lívið hevur altíð ment seg aftur so ella so. Hvussu liviligt tað fer at vera á jørðini hjá menniskjum í komandi tíðum, veldst fyri ein part um okkum sjálv.
Men líka so vist sum at jørðin einaferð var gjørd úr gassi og dusti, líka so vist er tað, at jørðin einaferð fer at ganga til grundar sum knøttur. Enn hevur eingin funnið eina aðra jørð, sum líkist okkara.
Gongustjørnan Mars verður dúgliga granskað í hesum árum. Staðfest er, at vatn hevur runnið á Mars. Og kanska hava høv eisini verið har í fyrndini. Tí er áhugavert at vita, um lív er ella kann hava verið á Mars.
Jupitermánin Evropa er eisini áhugaverdur í so máta, tí undir tjúkka ísinum verður hildið, at eitt djúpt hav kann vera.
Menniskjan hevur fingið eitt ómettiligt forvitni í vøggugávu. Vit vilja skilja heimin og støðu okkara í honum. Hesi seinastu hundrað árini er vitanin um rúmdina alsamt vaksin. Hvat vísindini fara at avdúka komandi hundrað árini, kann bara tíðin at vísa.