- Tíðindi, mentan og ítróttur
Posta 150 ár
Tann 1. apríl í ár fylti Postverk Føroya 150 ár. Ikki soleiðis at skilja, at tað ikki var postur í Føroyum áðrenn 1. apríl 1871, men hetta var dagurin, tá ein donsk lóg um eitt føroyskt postverk var sett í gildi. Tí verður hesin dagurin roknaður sum stovningardagurin av føroyska postverkinum. Áðrenn hetta vóru almennar reglur um skjúts millum oyggjarnar, men einki lógargrundarlag um postútbering sum heild. Í eini sjóvarpssending verður ljós sett á søguna hjá postverkinum upp gjøgnum tíðina, eins og tær stóru broytingarnar seinastu árini, og hvussu fyritøkan Posta annars virkar í dag. Kári Mikkelsen og Hallur Thomsen gera sendingina.
Posta 150 ár
Tann 1. apríl í ár fylti Postverk Føroya 150 ár. Ikki soleiðis at skilja, at tað ikki var postur í Føroyum áðrenn 1. apríl 1871, men hetta var dagurin, tá ein donsk lóg um eitt føroyskt postverk var sett í gildi. Tí verður hesin dagurin roknaður sum stovningardagurin av føroyska postverkinum. Áðrenn hetta vóru almennar reglur um skjúts millum oyggjarnar, men einki lógargrundarlag um postútbering sum heild. Í eini sjóvarpssending verður ljós sett á søguna hjá postverkinum upp gjøgnum tíðina, eins og tær stóru broytingarnar seinastu árini, og hvussu fyritøkan Posta annars virkar í dag.
Kári Mikkelsen og Hallur Thomsen gera sendingina.