Páskir sum íblástur í tónleikinum

Páskir sum íblástur í tónleikinum
30-03-2024
Ein sending um hvussu páskirnar hava havt ávirkan á tónleik. Sunnleif Rasmussen og Leif Hansen eru gestir.

Í hesi sending hoyra vit teir báðar Sunnleif Rasmussen, tónasmið, og Leif Hansen, kórleiðari, tosa um tónleik, sum hevur páskirnar í huga. Báðir eru teir samdir um, at páskirnar til allar tíðir, so leinki tónleikur hevur verið gjørdur og framførdur, hevur fingið íblástur frá páskunum.

Tað løgna, um vit so kunu siga, er at meginparturin av klassiska tónleikinum, sum umrøður páskirnar, er eitt sindur dapur, og hetta hevur sjálvsagt við krossfestingina av Jesusi at gera. Uppreisnin, ið hendi annan dagin eftir krossfestingina, fær í fáum førum innivist í mun til gleðiliga páskatónleikin, men tann dapra síðan er meiri eyðkend.

Páskir sum íblástur í tónleikinum

Í hesi sending hoyra vit teir báðar Sunnleif Rasmussen, tónasmið, og Leif Hansen, kórleiðari, tosa um tónleik, sum hevur páskirnar í huga. Báðir eru teir samdir um, at páskirnar til allar tíðir, so leinki tónleikur hevur verið gjørdur og framførdur, hevur fingið íblástur frá páskunum. Leif Láadal legði til rættis. 
Ein sending um hvussu páskirnar hava havt ávirkan á tónleik. Sunnleif Rasmussen og Leif Hansen eru gestir.
30-03-2024