- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnist tú enn?
Rútmiski tónleikapallurin í Føroyum er glóðheitur fyrst í nýggju øldini. Nýggir bólkar skjóta seg upp í Prix Føroyar tónleikakappingini, og stutt er millum fløguútgávurnar.
Í hesari seinastu sendingini í røðini umrøða vit bólkarnar Gestir, sum vinna Prix-Føroyar kappingina í 2003, Deja Vu, sum var annar spennandi bólkur í 2003, Makrel við tí gávuríka Rasmusi Rasmussen á odda, Páll Finnur Páll, sum gingu sínar egnu leiðir, og Una Debess, sum vann Atlantic Music Event kappingina í 2005 við bólkinum Go Go Blues.
Føroyskur tónleikur vinnur so smátt út í heim hesi árini. Tvey ganga undan í hesari stremban. Eivør Pálsdóttir er kvinnan við heilt serligu sanggávunum og fjølbroytta tónleikaspenninum.
Og Teitur Lassen brýtur øll mørk, tá ið hann í 2002 fær sáttmála við heimsins størsta plátufelag, Universal í USA, sum varpar fyrstu útgávu hansara, "Poetry and aeroplanes", út um allan heim.
Minnist tú enn?
Sjónvarpssending frá 2014. Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður.
Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.