Lívsvitni

Lívsvitni
21-11-2017
Ein sending um Óla Poulsen

15. august 1987 flutti tá 23 ára gamlii runavíkingurin, Óli Poulsen til Danmarkar. Dreymur hansara var at liva av at framleiða og spæla tónleik, og dreymurin gjørdist veruleiki.

Seinastu tríati árini hevur Óli livað og virka í dreymastarvi sínum, men summarið er farið at halla, og undgómsins sorgloysið verður so við og við avloyst av lívsins álvarsemi, har ein millum annað brádliga varnast, at tað er ein sjálvur, ið stendur á fremstu rók í lívinum, tá foreldrini eru farin.

Hetta er ein sending um uppvøkstur, biltúrar í áttatiárunum, disiplin, um sjólátnar føroyingar, um lívsvitni, um Danmark og um Føroyar, um mál og mentan, um vinarløg, um at verða maður, um at vera menniskja, um lívsins meining og um at verða ljós og kærleiki har ein er, tá ein er har.

Tónleikurin, ið spældur varð í sendingini var tónleikur av útgávum, Óli Poulsen hevur framleitt og verði við til at skriva og spæla:

  • Vónir, Óli og Judy: "Heystið"
  • Frændur , 80´ini: "Til tey stressaðu" og "Dupultsong"
  • 200, Viva La Republica: "Musclemanblað"
  • Blátt, Til allar vinir: "Til allar vinir" og "Tú brennur so í mær"

Lívsvitni

Seinastu tríati árini hevur Óli Poulsen livað og virka í dreymastarvi sínum sum tónleikaframleiðari. Men summarið er farið at halla. Undgómsins sorgloysið er so við og við avloyst av lívsins álvarsemi, har ein millum annað brádliga varnast, at tað er ein sjálvur, ið stendur á fremstu rók í lívinum, tá foreldrini eru farin. Lagt til rættis: Sissal Kampmann.
Ein sending um Óla Poulsen
21-11-2017