- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagnustundin hjá Katalonia
Stjórnin í Katalonia hevur, eftir øllum at døma, stevnt sjálvstýrandi spanska landslutin og fólk tess beint inn í eitt politiskt ódnarveður.
Bylgjurnar ganga høgt í Katalonia, nú ætlanin er at halda eina fólkaatkvøðu um loysing frá restini av Spania sunnudagin 1. oktober.
Hægsti rættur í Spania hevur dømt fólkaatkvøðuna ólógliga, tí hon er brot á grundlógina, meðan spanska stjórnin hevur sett sín egna landslut meir ella minni undir umsiting.
Í juni mánað var Kringvarpið í Katalonia og setti seg inn í katalonska loysingarstríðið.
Í triðja og seinasta partin í útvarpsrøðini "Lagnustundin hjá Katalonia" verður vitjað í katalonska parlamentinum í Barcelona, Generalitat de Catalunya.
Vit hitta nakrar av høvuðspersónunum aftan fyri politiska partin av katalonsku loysingarrørsluni.