- Tíðindi, mentan og ítróttur
Komið øll við
Stutt eftir at Straight Ahead hava givið út fyrstu plátuna á heysti 1974, fara Heri Ellingsgaard og Agnar Joensen úr bólkinum. Heri, sum spælir gittar, raðfestir handilsskúlalesturin framum tónleikin, og Agnar, sum spældi tvørfloytu, fer til skips. Hetta kemur dátt við hjá hinum. Men Petur Hans Poulsen, gittarspælari í Birds - fasta húsaorkestrið í Atlantis - eftirlíkar at loysa av, til teir hava funnið fastan gittarspælara. Henda manningin er í januar 1976 aftur í upptøkuhølunum hjá Milson Zachariassen í Havn, og í mai kemur onnur útgávan - grøna stakplátan - við sangunum "Me and Virginia" og "Mín góða". Jørgin Dahl hevur aftur skrivað løg og tekst til báðar sangirnar. Plátan gongur sum heitt breyð. A-síðusangurin er á enskum. Hann er lættur og kátur, og niðurlagið verður sjangrað manna millum. B-síðusangurin "Mín góða" er ein sorgblíð vísa. Her stígur trummuspælarin Edward Ziska fram sum sangsolistur og trompetsolistur. Árið eftir fær Straight Ahead sítt endaliga skap. Jørgin er tá farin til Havnar eftir gittarúrmælinginum Hans Carl Hansen, sum er sinnaður at taka við sum nýggjur gittarspælari í Straight Ahead. Og nú kemur verulig gongd á. Jørgin skrivar støðugt nýggjar sangir, og í desember 1977 kemur EP-pláta við fýra sangum. Her hoyrist hvussu gittarspælarin fær lagt nýggjar litir og stemningar á tónleikin. Lagt verður nú nógv fyri. Ein LP-pláta skal gerast. Fyrsta føroyska rokk-LP við upprunasangum burturav. Farast skal í framkomið plátustudio uttanlands at taka upp. Veðraplátan verður til í 1978. Hon stendur sum prýðiligur varði um bólkin, og sum portur inn í eina nýggja tíð í føroyskum tónleiki. Kanska kravdi manningin so nógv av sær sjálvari undir skapanartilgongdini, at hon syndraðist eftir útint verk. Undir liðini á hesari frásøgnini rennur søgan um tónaskaldið Jørgin Dahl, sum hevur búleikast á flatlondum í sløk fjøruti ár. Nú hálvthundrað ár eru liðin, síðani frumútgávan hjá Straight Ahead kom, fer hann aftur til Klaksvíkar at hitta teir, sum hann mannaði bólkin saman við á sinni. Teir fara til stuttleikar at leita ljóðførini fram aftur til eina seinastu framførslu á pallinum í Atlantis, har alt byrjaði. Við sær til Føroyar hevur Jørgin spildurnýggjan sang, sum hinir sleppa at vera teir fyrstu at hoyra. Í Klaksvík skal eisini ein videoupptøka gerast til sangin. Meðan bíðað verður eftir Jørgini fáa vit eisini søguna um hinar fýra upprunalimirnar í Straight Ahead. Onkur hevur verið bóndi og listamaður, annar skipari, ein triði sjúkrahússtjóri, og ein fjórði royndi seg eitt skifti sum operasangari. Eingin av teimum fæst nevnivert við tónleik longur, men kortini eru teir fúsir at taka ljóðførini fram einaferð aftrat eftir tøgn í slaka hálva øld. Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.
Komið øll við
Søgan um føroyska orkestrið Straight Ahead og gávaða oddamannin Jørgin Dahl.
Tað eru nú liðin júst hálvthundrað ár, síðan Straight Ahead purraðu føroyingar út til eina nýggja tíð í føroyskum popp- og rokktónleiki. Í november 1974 tóku teir føroyingar á bóli við minniligu frumútgávuni - hini gulu stakplátuni við sangunum "Komið øll við" og "Upp á gólv ("Oman í dansin").
Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.