Havnarbáturin

Havnarbáturin
15-05-2014
Sjónvarpsdokumentarur um 10. mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, sum í 70-árunum var í flokki fyri seg

10. mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag var í flokki fyri seg í føroyskum kappróðri í 70-árunum. Eingin hevur vunnið so nógv og so ofta eftir so fáum árum sum Havnarbáturin. Hann var føroyameistari í sjey ár í eitt koyr og vann ólavsøkuróðurin átta ár á rað.

Sum einasta kappróðrarfelag í Havn tey árini var Havnarbáturin flaggskipið, sum havnarfólk vóru góð við. Nógvir í Havnarbátinum róðu saman í fleiri ár og myndaðu eina sterka kjarnu. Samanhald og vinskapur var avgerandi fyri góðu úrslitini.

Teir, ið róðu, fortelja sjálvir um gyltu 70-árini í tí hvíta 10. mannafarinum við drekastevninum. Vit hitta eisini aðrar, sum róðu í øðrum 10. mannaførum um somu tíð. Eisini síggja vit filmsupptøkur frá ólavsøkukappróðri í 70-árunum.

Suni Merkistein og Brian Samson leggja til rættis.

Havnarbáturin

Sjónvarpsdokumentarur um 10. mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, sum í 70-árunum var í flokki fyri seg.

Sjónvarpsdokumentarur um 10. mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, sum í 70-árunum var í flokki fyri seg
15-05-2014