- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan
Gestur er vinnulívsmaðurin Gunnar Justinussen í Havn, ið hevur sloppið sær av við flestu fyritøkurnar, sum hann hevði, tá hann í 2011 tók lut í 'Fólksins rødd' sjónvarpssendingum. Tá hevði hann virksemi í Íslandi, meðani íslendska samband hansara í dag mest er íslendska rossið og rossafólk har uppi. Rossunum ríðir hann eisini mangan á í Suðurstreymoy. Og so mugu vit ikki gloyma tónleikin. Sendingin endar við nýggjari innspæling, sum Gunnar Justinussen hevur gjørt.
Um sendingina:
Yvirskipað verða nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 lýst av nýggjum í elllivu sendingum her í 2022, men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Haraftrat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Gestastovan 5. september 2022 (seinasta sending av hesum slag í ár)