- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føtur undir egið borð
Í triðja parti hyggja vit eftir bústaðarmarknaðinum í framtíðini. Hvussu kunnu vit rúma øllum á ein hátt, sum gevur meining? Og hvussu týdningarmikið er tað at vera saman við øðrum?
Eyðun Eliasen hevur fyri kortum lagt fram nýggja miðbýarætlan fyri Fuglafjørð, og hann veit, hvat fær fólk at trívast. Spurdur um, hvussu vit í framtíðini kunnu liva til ein sømiligan prís, tykist svarið vera einfalt: Vit skulu byggja minni hús.
Kortini eru smá hús ein sjáldsomur fyrispurningur hjá arkitektum, tá fólk venda sær til teirra við umbønum um húsatekningar.
Nøkur, sum búgva tætt, eru tey í Tórsbyrgi í Havn, og tey kundu ikki hugsað sær tað øðrvísi.
Eisini verður prátað við Súsonnu Mortensen, sum saman við manninum býr í einum stórum húsum í Kvívík - eini alt ov stór hús, spyrt tú Súsonnu. Tí hevur hon gjørt eina íbúð í kjallaranum til mammuna.
Gestir í sendingini eru Eyðun Eliasen, Súsanna Mortensen, Jórun Jákupsdóttir, Jón Kraagesten, Sigrun Mohr.