- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiskapur í Barentshavinum
Føroyski fiskiskapurin í Barentshavinum byrjaði miðskeiðis í 30unum. Nógv er broytt hesi árini. Stórur munur er á teimum gomlu síðutrolarunum og teimum nútímans flakatrolararunum, ið nú royna í Barentshavinum. Fiskiskapurin í Barentshavinum hevur verið eitt sera gott ískoyti til føroyska búskapin. Hann fekk serliga stóran týdning í 70unum, tá fiskimørkini vóru flutt út. Nógvir føroyingar hava vunnið sær góða inntøku í Barentshavinum hesi árini. Men fáir munnu kenna tað so væl sum Benjamin Joensen úr Klaksvík, ið hevur fiskað í Barentshavinum síðani kríggið. Og fáir munnu vita so nógv sum fiskiskapin sum Svend Thulesen, ið hevur verið reiðari á fleiri av trolarunum, ið hava roynt í Barentshavinum seinastu 30 árini.
Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík hava gjørt sendingina.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/barentshavid_3.still003.jpg?itok=cHBhbp7K)
Fiskiskapur í Barentshavinum
Vit fylgja saltfiskinum úr Føroyum til matstovurnar í Grikkalandi og Spania.
Sendingin er í fimm pørtum og var fyrstu ferð send í 1996.
Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík gjørdu sendingina.