Ferðin aftur til upprunan

Tað ókenda verður kent
28-02-2019
Hóast Durita nú hevur sæð og tosað við familjuna, spíra enn fleiri spurningar. Hví var bara hon av øllum fimm systrunum ættleidd burtur?

Durita Granada Thomassen úr Sandavági er ættleidd úr Kolumbia. Hon hevur altíð havt eina tráðan eftir at kenna sítt upphav. Dreymurin gjørdist veruleiki, tá hon gjøgnum facebook fekk samband við familjuna í Kolumbia.

Hóast Durita nú hevur sæð og tosað við familjuna, spíra enn fleiri spurningar. Hví var bara hon av øllum fimm systrunum ættleidd burtur. Hví er næstelsta systirin bara fimm mánaðir eldri enn hon?

Harafturat er Durita ikki vís í, um pápin í Kolumbia er veruligi pápi hennara. Tað fer hon at kanna við eini DNA-roynd og eisini at fáa svar til hinar ósvaraðu spurningarnar. Nú byrjar ferðin til tað ókenda.