Ein varði í mínum lívi

Ein varði í mínum lívi

Í 1984 var ein legendarisk konsert í Norðurlandahúsinum, sum Nikodemussangbólkurin, við MC Restorff á odda, skipaði fyri. Hetta var í eini byltingartíð, har mann í kristligum samanhangi fóru frá tí meira siðbundna orglinum til at brúka rytmisk ljóðføri og geva vertsligum sangum ein kristligan tekst. Sjónvarpið tók konsertina upp, og í dag, við nýggjari tøkni, hevur tað eydnast at miksa ljóðið av nýggjum. Í sendingini greiðir Mc Restorff frá konsertini og sangunum. Óli Poulsen hevur ljóðblandað, Kári Sólstein og Hans Petur Hansen hava tiikið samrøðuna upp, og Carsten Arnskov hevur lagt til rættis