- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein váðafull bumbuferð
Ein váðafull bumbuferð
23-01-2021
Tær týsku loftverjustøðirnar í Niðurlondum skutu dúgliga. Men kortini eydnaðist tað tí bretska bumbuflogarinum at sleppa eysturum Niðurlond í øllum góðum. Nakað seinni fekk manningin eygað á ta stóru byrgingina. Guy Gibson, flogskipari, snaraði tí stóra Lancester-flogarinum í ein boga, so hann og manningin á flogfarinum kundu mala rundanum byrgingina, men tó so mikið langt uppi, at tær týsku loftverjustøðirnar bóru ikki. Ætlanin hjá Gibson var at mala runt um byrgingina og tað stóra vatnið oman fyri hana, til hini flogførini komu.
Ein váðafull bumbuferð
Frásøgumynd, sum Árni Joensen hevur skrivað eftir Rasmus Dahlberg.