- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eg noyðist at lurta
Eg noyðist at lurta
13-08-2024
- Charles Gade - føroyskt portrett frá 2002
Eg noyðist at lurta
Gerandisdagurin hjá Charles Gade er sum hjá fólkum flest, hóast nólsoyingurin er sjónveikur. Hann ferðast ofta við Rituni til Havnar at røkja sítt arbeiði sum klaverstemmari. Hann fæst eisini við at skriva tónleik, og tónleikur eftir hann er javnan at hoyra í útvarpinum. Ein kann siga, at brekið hevur ikki darvað Charles Gade, og hevur heldur ikki frátikið honum hugin at royna nýggjar avbjóðingar. Herfyri luttók hann í eini skjótikapping í Danmark, har hann fekk góð úrslit. |