- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drongurin við svarta beltinum
Fyri fýra árum síðani sendi Kringvarpið fyrsta dokumentarin um Høgna Kunoy Dávason, sum hevur lívshættisligu sjúkuna cystisk fibrose. Miðal livialdurin hjá teimum, sum hava cystisk fibrose, er ikki høgur, og tí tekur 16 ára gamli drongurin nógvan heilivág og er javnan á sjúkrahúsinum.
Men Høgni hevur eisini svart belti í taekwondo, og stríðsítróttin hjálpir honum móti sjúkuni. Í hesum dokumentarinum eru vit við, tá hann roynir at vinna fyrsta DM-heitið í taekwondo.
Hesin dokumentarurin er eitt framhald av hugtakandi søguni um ein drong, sum hevur høg mál, egið felag og altjóða netverk. Samstundis liva hann og familjan í skugganum av eini eirindaleysari sjúku.
Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Fotograferað og klipt: Bjarni Árting Rubeksen og Hans Petur Hansen.
Drongurin við svarta beltinum
Høgna Kunoy Dávason, sum hevur lívshættisligu sjúkuna cystisk fibrose. Hetta er hugtakandi søgan um ein drong, sum hevur høg mál, egið felag og altjóða netverk. Samstundis liva hann og familjan í skugganum av eini eirindaleysari sjúku.