- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ást fjalir lýti
Á sumri 1967 varð ein ung norsk genta myrd í Havn. Fyrrverandi sjeikurin hjá 22 ára gomlu Ann Alfredsen skeyt hana og síðan seg sjálvan í einari íbúð við Gripsvegin.
Skelkurin var lemjandi, tí hetta var fyrsti morðtilburður í Havn í meira enn 300 ár. Ann Alfredsen kom blaðung til Føroyar at arbeiða sum hárfríðkanarkvinna. Hon var avhildin og gjørdist brátt ein býarmynd í Havn.
Vinfólkini flokkaðust um hina vøkru "Norsku Ann," sum hon á mannamunni varð nevnd. Hon gjørdist ímyndin av øllum tí, sum eyðkendi tey kátu 60-árini, og slóðaði helst fyri einari kvinnufrígering, sum ikki var komin í Føroyum.
Vit fáa søguna um gentuna úr Årdalstangen, ið fekk so grumma lagnu í einum landi, har friður valdaði. Vinkonur og onnur, sum minnast hana, greiða frá í sendingini. Vit hitta eisini eina systir hennara í Noregi.
Ást fjalir lýti
Á sumri 1967 varð ein ung norsk genta myrd í Havn. Skelkurin var lemjandi, tí hetta var fyrsti morðtilburður í Havn í meira enn 300 ár. Vit fáa søguna um gentuna úr Årdalstangen, ið fekk so grumma lagnu í einum landi, har friður valdaði.