66-liðið

66-liðið
10-11-2011
Á mannamunni er sonevnda 66-liðið vorðið eitt hugtak fyri eitt vinnaralið. Í huganum á klaksvíkingum og norðoyingum stendur 66-liðið hjá KÍ í eini serligari glæmu

66-liðið er ímyndin av gylta tíðarskeiðinum hjá felagnum. Teir eru dømi um styrkina í samanhaldi. Teir savnaðu fjøldina og fingu klaksvíkingar og norðoyingar at standa saman um sítt. Árini frá 1966 til 1970 vann KÍ føroyameistaraheitið í fótbólti fimm ferðir á rað. Tað er met í meistaradeildini.

Teir snáva í 1971, men heldur enn at falla í fátt og ásanna, at teir eru ikki bestir longur, settu teir sær fyri at endurvinna meistaraheitið í 1972. Í sendingini fara spælararnir á 66-liðnum - og aðrir við teimum - at fortelja søguna um gyltu árini, tá ið KÍ var liðið, sum øll hini til fánýtis royndu at kappast við.

66-liðið

Á mannamunni er sonevnda 66-liðið vorðið eitt hugtak fyri eitt vinnaralið. Í huganum á klaksvíkingum og norðoyingum stendur 66-liðið hjá KÍ í eini serligari glæmu.

 

Á mannamunni er sonevnda 66-liðið vorðið eitt hugtak fyri eitt vinnaralið. Í huganum á klaksvíkingum og norðoyingum stendur 66-liðið hjá KÍ í eini serligari glæmu
10-11-2011