- Tíðindi, mentan og ítróttur
GLITUR, GLITUR & meira GLITUR
Skrivað hevur Íðunn Mortensen
Nú er veitsluhátíðin komin, og um tað er nakað, ið hoyrir til hetta, so er tað glitur og glam!
Fýrverk, ball og glitur eru ting, ið binda hátíðina saman. Vit nýta glitrið tá vit skulu vera eitt sindur ekstra – bæði tá tosa verður um sminku og klæðir. Tað er soleiðis at nógv umganga glitur í sminkuni, tá farið verður í skúla ella til arbeiðis, men tá farið verður í ball er tað fínt at glitra eitt sindur meira. Men hvussu ger men hetta uttan tað verður ov nógv av tí góða?
Um tú eigur glitur klæðir, far so í tey! Ikki ivast, tað er nú tú skal skína. Men um tú longu hevur avgjørt hvat tú fert í, so kanst tú altíð leggja glitur afturat.
Kanska onkrar glitur hosur ella onkrar smykkur, sum til dømis glitur hálsketa, oyralokkar osfr.
Hvat glitur er penast?
Alt glitur er pent, men tað sum er mest kent nú á døgum er holografiskt og iredesent glitur. Man kann fáa tað í fleiri litum, so har er heilt víst okkurt, ið nøktar tørvin.
Soleiðis kanst tú sminka tær við glitri
Eyguni eru key, tá tað kemur til glitur. Tað er feitt sum ein detalja í eygnakrókinum, men eisini í miðjuni á eygnalokinum. Tað finnast nógvir glitur eyelinerar, so nýt tað í staðin fyri tann vanliga svarta.
Tað ber eisini til at smyrja á maskaru, og síðani seta eitt sindur av glitri á tí “fugtigu maskaruna”. Men minst til, at ansa eftir, tí tað er strævið at fáa glitur í eyguni..
Glitur sum highlightara hevur verið ein trend í 2017. Tað er simpult, tú spreyjar eitt sindur av vatnið ella settingspray á kinnabeinið, síðani setur tú glitri á og voilaa!
Negl er har, flest fólk velja at seta glitri. Tað eru nógv neglalakk, sum longu hava glitur í sær, men um tú ikki eigur slíkt, so ber til at vera eitt sindur kreativur og seta leyst glitur á vanligt neglalakk.
Fyri at glitrið ikki skal fara alla staðni, so smyr eitt lag av klárum neglalakkið omaná.
Um tú veruliga ert í hýrinum, so smekka eitt sindur av glitri á kroppin. Sama process, settingspray – glitur á. Og nú kanst tú akkurát tað sama fáa tær glitur í hárið, tá tú ert so væl á veg <3
Nýt glitrið har tú vilt, tað verður pent óansæð! Gott Nýggjár!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |