- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ómegd: Rakti beint í búkin
Ómegd er navnið á leikinum, sum í hesum døgum gongur á Tjóðpalli Føroya. Tað eru søgur úr bókini “Um bara hann slóð meg” eftir Súsonnu O. Skaale. Bókin kom út í 2013. Tó er søgan hjá mannum, ið er við í leikinum, úr íslendska blaðnum Stundin. Søgurnar eru allar bygdar á veruligar hendingar.
Tað var sera spennandi at koma inn í rúmið, har leikurin skuldi fara fram. Tað var myrkt, og so hekk eitt hvítt lak úr loftinum og fór eftir gólvinum. Pallurin var deildur í tvey, helvt um helvt, so at pallurin hjá leikarunum fór mitt ígjøgnum áskoðararnar. Ein heldur øðrvísi uppsetan av einum palli, men tó var tað hóskandi.
Leikurin byrjaði við, at eitt filmsbrot varð víst á hvíta lakinum, ið hekk uppi. Tað vóru teir tríggir leikararnir, Kristina Sørensen Ougaard, Gunnvá Zachariasen og Hans Tórgarð, ið tosaðu um hvør sítt parlag. Eftir filmsbrotið traðkaðu leikararnir fram á pallin og greiddu frá um ymiskt, tey høvdu upplivað. Tað var fantastiskt at síggja leikararnar liva seg inn í sín leiklut. Tað var kensluborið, og man føldi, at hetta var ein partur av gerandisdegnum hjá summum fólkum. Hvussu órættvíst tað í veruleikanum kundi vera, um bara tú ikki tordi at siga frá.
Eitt, sum veruliga setti seg fast hjá mær, var, tá Gunnvá, ið var ein kvinna, ið livdi í einum øðrum landi, kom út fyri kynsligum harðskapi. Tað rakti beint í búkin og í hjartað at síggja slíka viðferð. Hóast hetta bert var ein leikur, so kendist tað ógvuliga veruligt og virkuliga ótespiligt. Tað var eisini øðrvísi at hoyra um søguna hjá Hans Tórgarð, ið spældi leiklutin hjá einum, ið bleiv misbrúktur av konu sínari. Hetta var ein øðrvísi søga, og tað var ringt at skilja, at hetta eisini hendi. Man hoyrir nógv um, hvussu kvinnur verða illa viðfarnar, og at tað er langt úti, at mannfólkum gera slíkt, men í veruleikanum er tað líka langt úti av einum konufólki at misbrúka eitt mannfólk. Tað átti ikki at verið so torført at skilt, ella hvat?
Í leikinum varð tosað um 5 sløg av harðskapi:
1. Sálarligur harðskapur
Tá ein verður hóttur við likamligum harðskapi; tá tað verður rópt eftir tær; tá tú verður stýrd/ur; tá ið tú verður avbyrgd/ur frá øðrum; tá ið tú áhaldandi er fyri niðrandi viðmerkingum og atfinningum.
2. Kynsligur harðskapur
Tá ið tú verður tvingað/ur til kynsligt samband, ella til at vera við í kynsligum gerðum.
3. Fíggjarligur harðskapur
Tá tú missir møguleikan at nýta tín egna pening, ella til at hava pening til mat og annað grundleggjandi.
4. Likamligur harðskapur
Tá tú verður sligin, bukað/ur, skumpað/ur, kastað/ur, ella upplivir, at vápn ella onnur amboð verða nýtt ímóti tær.
5. Materiellur harðskapur
Tá ið tínar ognir – til dømis heim, innbúgv, klæðir ella bilur – verða oyðilagdar.
Tað vakti mín áhuga, at slík fakta vóru tikin við í leikin. Tað gjørdi tað meira klárt, at hetta ikki var fiktión, men veruligar hendingar í veruliga lívinum hjá veruligum menniskjum.
Leikurin var ógvuliga væl skipaður og sera fangandi at hyggja at. Tó vóru tað tíðir, har tað kundi vera ringt at fylgja við í, hvat tað var, sum hendi hjá teimum ymsu persónunum. Í byrjanini mátti man líka hugsa eina lítla løtu um, hvussu leikurin hekk saman, og at tað vóru 3 ymsar søgur, 3 ymisk støð og 3 ymiskir persónar, ið einki høvdu at gera við hvønn annan. Tó var tað ein ótrúlig uppliving at síggja leikin.
Eg velji at geva leikinum 6 út av 6’Rum, tí hann vísir á eitt sera viðkomandi, men alt for tabuserað evni í okkara samfelag. Eisini av tí at hann ongantíð var keðiligur at hyggja at, og at man hevði okkurt at hugsa um. Kenslurnar aftan á leikin hildu eisini við, og tað haldi eg vera sera umráðandi, tá tú hyggur at einum leiki.
Seinastu sýningarnar verða sýndar í hesum døgum, skunda tær og keyp atgongumerki, tí leikurin er pengarnar verdur!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |