Síggj SKAM frá byrjan til endan

Síggj SKAM frá byrjan til endan
Kom og síggj ella endursíggj SKAM í stórum skermi, fá møguleikan at vinna tveir ferðaseðlar til Noregs og hoyr hugleiðingar frá SKAM fjepparum
05.09.2017 - 11:48

Vit hava saknað tey – Noora, Vilde, Eva, Sana, Chris og allar hinar hugtakandi leikararnar í SKAM. Nú kunnu tit, ið hava saknað tey, ella tit, ið ikki hava sæð SKAM, hittast í Norðurlandahúsinum, har sjóneykan verður sett á SKAM.

 

Leinki til tiltakið er her.

 

Norrøna Ungmannafelag Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava nevnliga sligið seg saman um at sýna allar fýra sesongirnar av SKAM sum maraton.

Vikuskiftið endar við eini SKAM-quiz, har vit kjósa Føroya størsta SKAM-nørd. Vinnarin fær tvær flogferðir til Noregs.

 

 

 

Skráin sær soleiðis út:

 

Fríggjadagin 8. september

 

 

kl. 17.00-17.15

Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóri, bjóðar vælkomin og hugleiðir um SKAM og ungdómstilfar í miðlunum

kl. 17.15-17.35

Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur, fortelur, í hvussu stóran mun føroyskur ungdómur fylgir við í føroysku miðlunum

kl. 17.40-18.00

Sara Mering, redaktør á SEIN magazin (DK), tosar um vantandi tilfar til ung í donsku miðlunum

kl. 18.00-18.20

Steðgur

kl. 18.20-22.00

SKAM: Sesong 1

 

 

Leygardagin 9. september

 

 

kl. 10.00-13.00

SKAM: Sesong 2

kl. 13.00-13.30

Steðgur

kl. 13.30-16.45

SKAM: Sesong 2

kl. 16.45-17.15

Steðgur

kl. 17.15-17.45

Kjak: Ungir føroyingar úr Klaksvík, Havn og Suðuroy fortelja, hví SKAM rakti beint í hjartað á teimum og tosa um, hvat føroyskir miðlar kunnu gera betri, tá tað kemur til ungdómstilfar

kl. 17.45-21.45

SKAM: Sesong 3

 

 

Sunnudagin 10. september

 

 

kl. 10.00-13.00

SKAM: sesong 4

kl.13.00-13.30

Steðgur

kl.13.30-16.00

SKAM: sesong 4

kl. 16.00-17.00

Spurnarkapping um SKAM

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.