- Eg havi altíð vitað, at svimjing var mín ítróttur

- Eg havi altíð vitað, at svimjing var mín ítróttur
HM í Budapest og átta heiðursmerkir í Gotlandi, les um svimjaran Signhild Joensen
02.09.2017 - 15:51

Ímillum ung í Føroyum eru tað nógv ymisk og dugnalig ítróttafólk. Hesa ferð hevur Røddin tosað við 16 ára gomlu Signhild Joensen, ið kemur úr Klaksvík. Dagliga gongur hon á Miðnámi á Kambsdali, og nærum alla frítíð hennara brúkar hon í hylinum, har hon umboðar svimjifelagið Ægir. Umframt at vera svimjari, so er hon eisini venjari hjá aldursbólkinum 8 til 12 ár. Signhild hevur greitt okkum frá, hví hon sum ung hevur havt hug til at brúka so nógva tíð uppá eina ítróttagrein. Eisini hevur hon greitt frá, hvar hugurin kemur frá, og hvussu kenslurnar mæla í kroppinum áðrenn eina kapping.

 

Hevur altíð vitað, at svimjing var hennara ítróttur


Líka síðan Signhild var heilt lítil, hevur svimjing verið ein partur av lívi hennara. Men ikki fyrr enn hon var 9 ára gomul, byrjaðu venjingarnar at útvikla seg til tað, hon er í dag. Signhild fortelur eisini, at hon í miðal venur 10 ferðir um vikuna, og tilsamans er tað 20 tímar umframt styrkivenjing og annað. Inn ímillum er hon noydd at møta í svimjihøllini klokkan 5:30 um morgunin.

 

- Um alt ikki gongur eftir ætlan, so er tað bara ein sjálvur, ið kann arbeiða við tí.

 

Síðan greiðir hon frá, at alt hetta harða arbeiðið ikki fer til spillist, tí hon hevur altíð vitað at svimjing er hennara ítróttur. Tað, henni dámar so væl, er, at man stendur fyri allari venjingini og útviklingini sjálvur. Um man ikki klárar sítt mál ella alt ikki gongur eftir ætlan, so er tað bara ein sjálvur, sum kann gera nakað við tað, sigur hon. Tað, ið motiverar hana til at venja so nógv og brúka so nógva orku og tíð uppá svimjingina, er, at hon altíð vil gerast betri og betri. Hon greiðir eisini frá, at tann fantastiska kenslan, man fær, eftir at hava klárað eitt mál, sum man hevur strembað leingi eftir, ger, at hon fær hug til at halda áfram at venja.

 

Má raðfesta rætt


Tað kann vera strævið at venja so nógv og samstundis ganga í skúla og hava eitt sosialt lív. Men her sigur Signhild, at hon er so mikið heldig, at man kann taka miðnámsútbúvingina uppá fýra ár, so hon fær tíð til venjingar og ymiskar kappingar. Hon fortelur eisini, at tað ikki er ein trupulleiki við vinfólkunum, tí antin gongur hon í skúla við teimum, ella venur hon saman við teimum. Men sjálvandi er tað tíðir, har hon má raðfesta svimjingina fyrst.

 

Týdningarmikið at halda høvdið kalt


Signhild fortelur eisini, at altíð áðrenn hon skal svimja eina kapping, so er tað týdningarmikið fyri hana at halda høvdið kalt og fokusera. Til tíðir kann tað vera eitt stórt press á henni, men tá er tað týdningarmikið at venda trýstið til okkurt positivt. Hon sigur eisini, at tá hon er í hylinum, hugsar hon als ikki. Tað er, sum allir tankarnir hvørva, tá hon leypur í hylin, sigur hon.

 

- Men líka so glað eg eri, tá tað gongur væl, líka so vónbrotin eri eg, tá tað ikki gongur eftir ætlan. Kenslurnar aftan á eina kapping kunnu vera ógvuliga blandaðar. Tað veldst alt um, hvat úrslitið er. Um eg klári meg væl, er kenslan sjálvandi góð, tí eg havi kempað hvønn dag fyri at røkka mínum málum og klára tíðirnar. 

 

Hon fortelur eisini, at kenslan er ikki altíð so góð, tí tá man klárar seg verri enn ætlað, kann hon gerast rættiliga vónbrotin. Hon fortelur, at tá hon brúkar so nógva tíð uppá at venja og gerast betri, so vil hon hava hóskandi úrslit. Men sum ítróttafólk má man læra at handfara góðar løtur og ringar løtur. 

 

HM í Budapest


Síðst í juli í ár svam Signhild framman fyri 12.000 áskoðarum til HM í Budapest. Hon greiðir frá, at tað var heilt fantastiskt at svimja ímóti teimum bestu av teimum bestu framman fyri so nógvum fólkum. Og tað var eisini nakað heilt serligt fyri hana at svimja ímóti svimjarum, hon hevur sæð upp til alt lívið. Hon fortelur eisini, at sjálvt um úrslitið kundi verið betri, so var tað eitt stórt upplivilsi fyri hana at sleppa við til eina slíka kapping. Í framtíðini ætlar hon sær til fleiri altjóða kappingar, og í 2020 vil hon vera við í OL. Men fyrst og fremst skal hon fokusera uppá at gerast betri og betri.

 

At enda hevur Signhild eitt ráð til allar ungar svimjarar: - At seta sær nøkur mál og arbeiða fram ímóti teimum. Tað er týdningarmikið at trúgva uppá, at alt letur seg gera, hóast tað til tíðir kann virka øgiliga langt vekk. 

 

Røddin ynskir Signhild alt tað besta í framtíðini, og vit vóna, at hon røkkur sínum málum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.