Michelinstjørna? Hvat er tað?

"Allir føroyingar eiga hesa stjørnuna", sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks.
Michelinstjørna? Hvat er tað?
Vit hava fingið fyrstu Michelinstjørnuna í morgun. Men veitst tú akkurát, hvat tað merkir? Vit hava lisið uppá
22.02.2017 - 10:45

Hesin annars vanligi og grái mikumorgunin bleiv eitt vet hugaligari, tá eini sjáldsom boð úr Svøríki rukku heim til okkum: KOKS hevur fingið eina Michelinstjørnu.

 

Tað setir altíð sín heilt serliga dám á almenna rúmið í Føroyum, tá vit fáa stóra, altjóða viðurkenning. Fyri eina stund hava vit okkurt at vera felags um. Okkurt at gleðast um. “Tað er einki, vit føroyingar ikki megna”, skunda vit okkum at hugsa.

 

Tað er løtan, tá vit vinna 2-0 á Grikkalandi. Ella dagurin, tá ein ungur telvari tryggjar okkum fyrsta stórmeistaraheitið. Og so í dag, tá KOKS setti Føroyar á heimskortið við eini Michelinstjørnu. Føroyski køkurin, sum av álvara hevur tikið eitt hál seinastu árini, hevur nú fingið ultimativu viðurkenningina. 

 

Men hvat er ein Michelinstjørna?

Tað byrjaði eina heilt aðrastaðni. Í ár 1900 gav André Michelin – sum annars var dekkframleiðari - út eina bók við ummælum og viðmælum av matstovum, hotellum og bensinstøðum í Fraklandi. Bókina kundu bileigarar ókeypis fáa sær hjá bilasølunum. Hon skuldi hjálpa bileigarum at finna bensinstøðir, verkstøð og eisini matstovur og støð, har man kundi yvirnátta.

 

Í 1930'unum byrjaðu tey eisini at meta um matstovurnar. Ein skipan við stjørnum varð innførd.

 

Í Guide Michelin kann maturin á matstovunum fáa eina, tvær ella tríggjar Michelinstjørnur.



* Ein stjørna merkir, at matstovan er ein góð matstova í sínari bólking.

 

** Tvør stjørnur merkja, at hetta er ein serstakliga góður køkur, sum er verdur at koyra ein umveg fyri finna.

 

*** Tríggjar stjørnur merkja, at matstovan er ein serstøk uppliving, sum er verd at ferðast fyri.

 

Tað eru dulnevnd umsjónarfólk, sum eta á matstovunum og gera eina heildarmeting av staðnum og matinum. Dulnevnið skal tryggja, at umsjónarfólkini ikki fáa aðra viðferð enn vanligir gestir.

 

Metingin verður gjørd út frá fimm eyðkennum:

 

1: góðskan á rávørunum

 

2: handverkið – tvs smakkur og tilgerð

 

3: persónleiki – tvs hvussu væl tað eydnast kokkinum at finna egið úttrykk

 

4: góðska í mun til kostnað

 

5: góðska uttan mun til klokkuslett. Tvs, tað skal vera sama góðska uttan mun til, hvat klokkan er, tá gestirnir vitja matstovuna.

 

Um Koks

Koks byrjaði í 2011 sum matstova á Hotel Føroyum undir leiðsluni av Leif Sørensen. Seinni tók Poul Andrias Ziska yvir sum høvuðskokkur á matstovuni, sum longu tá hevði vakt ans altjóða. Síðan flutti Koks úr Hotel Føroyum og til Kirkjubøar, har matstovan heldur til fyribils. Koks er kent fyri sína avbjóðandi matgerð. Møguliga er ikki hon ikki avbjóðandi fyri okkum, men fyri útlendskar gestir er hon sanniliga; á Koks verður røst súpan, skerpikjøt, havhestur og igulker dagført og latið í ein modernaðan ham, sum hóskar til norðurlendska gastronomiska rákið, sum snýr seg um einfeldni. Tað er tað reina, feska og siðbundna, sum myndar Koks, skriva tey á heimasíðuni. Koks tekur støði í siðbundnari, føroyskari matgerð, og allir føroyingar eiga tí hesa Michelinstjørnuna, sigur Poul Andrias Ziska við Politiken.dk. 

 

- Eg vóni, at allir føroyingar føla, at hetta er teirra stjørna og eru errin. Tað er tann føroyska samleikan, vit royna at skapa á einum tallerki. Tað vóni eg, at fólk taka til sín. Ikki bara í Havn, men eisini úti í bygdunum.

 

LES EISINI: 
Í eini reportasju frá 2014 kemur tú tætt innat 26-ára gamla høvuðskokkinum á Koks, sum byrjaði sum pitsakokkur á Pizza 67 og í dag hevur verið í Stokhólm og tikið í móti eini Michelinstjørnu.

 

Kelda

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.