- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mikkeller: - Eitt hugnaligt stað við denti á góðari góðsku
Lítla, svarta húsið við flagtaki, sum fyrr æt Gullhornið, verður í hesum døgum umgjørt til eina serstaka barr. Talan er um danska mikrobryggjaríið Mikkeller, sum hevur barrir kring allan heimin. Maðurin aftan fyri bryggjaríið eitur Mikkel Borg Bjergsø. Hann kundi, um hann vildi, heldur satsað meira uppá USA, men tað er ikki uttan orsøk, at hann hevur valt at opna eina av sínum barrum í Føroyum.
- Eg havi valt at opna barrina í Tórshavn, av tí at tað eftir mínum tykki er eitt tað vakrasta staðið í heiminum, og eg vil gjarna sjálvur sleppa at vitja tað. Harafturat er tað ein avbjóðing at opna eina barr í einum býi, har "craft beer" mentanin enn ikki er so framkomin. Á tann hátt kann eg vera við til at seta mín dám á tingini.
Umframt tey mongu sløgini av øli, sum Mikkeller bryggjar, verður eisini møguleiki at keypa ymiskt at eta. Dentur verður lagdur á føroyska matlist, men eisini verður ymiskt annað, sum Mikkeller borðreiðir við.
Barrin verður eftir ætlan liðug í apríl/mai. Spennandi verður, hvussu føroyingar fara at taka ímóti eini barr við so forkunnugum øli.
- Eg vóni sjálvandi, at barrin verður væl móttikin, og tað vænti eg eisini, tí tað verður eitt hugnaligt stað við denti á góðari góðsku, sigur Mikkel Borg Bjergsø.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |