Øl og vín út í handlarnar?

Øl og vín út í handlarnar?
Í gjár høvdu ung fyri miðflokkin eitt tiltak í Perluni. Tiltakið gekk út uppá at varpa ljós á kjakið um at broyta rúsdrekkalógina, t.v.s at fáa rúsdrekka út í handlarnar. Pál Weihe helt fyrilestur um fyrimunir og vansar av hesari broytingini, og síðani kjakaðust Bill Justinussen, Kaj Leo Johannesen, Ruth Vang og Jørgen Niclasen um møguligu broytingina av rúsdrekkalógini
10.01.2017 - 16:45

Skrivað hevur: Sólveig Á Torvlaðnum

 

Aksel Berg, formaður í Ung fyri Miðflokkin.

 

Ung fyri Miðflokkin hava áður havt tiltøk sum hesi, men hesuferð var undirtøkan nógv betri enn væntað. Tey royna at hava faklig og lærurík tiltøk um evnir, sum fólk eru áhugað í og samstundis eru týdningarmikil. Aksel Berg sigur, at tað er ringt at fáa politikararnar at koma, og tí vóru allir flokkarnir ikki umboðaðir til kjakið. Hann sigur eisini, at allir flokkarnir ikki hava eina samlaða meining um hetta, og tí takkaðu nøkur nei. Tey valdu at hava eitt kjak ímillum ungmannafeløg, av tí at tey halda, at teir vaksnu politikkararnir hava meira innlit í evninum, og at tað eisini er áhugavert at hoyra móðurflokkalimir kjakast um slík evni. Móðurflokkarnir og ungmannafeløgini eru heldur ikki altíð samd um hesi evnini. 

 

 


William Bærentsen, 2. s í Hoydølum.

 

- Eg haldi, at rúsdrekka skal út í handlarnar, bæði veikt og sterkt. Eg havi nóg nógv álit á fólkinum til at stýra sínari egnu nýstlu av rúsdrekka. Eisini haldi eg, at prísurin vildi verið betur stýrdur av eftirspurningi og úboði, heldur enn fíggjarlógini og øðrum krøvum hjá Rúsuni. 

 

 


Jóhanna Lützen, 3. s í Hoydølum.

 

- Eg haldi ikki, at rúsdrekka skal út í handlarnar. Um allir handlarnir høvdu selt rúsdrekka, so hevði úrvalið ikki verið nakað serligt. Men eftirsum, at man hevur eitt sort stað, har tey selja nógv ymisk sløg, so fáa tey meira burturúr. Tað er so lætt at fáa fatur á rúsdrekka, hvat er munurin á, at fara í Rúsuna ella í Bónus?

 

 

Hoyrið fleiri meiningar um evnið í RøddinLive fríggjakvøldið klokkan 20!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.