- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg vil hjálpa fólki, ið hava tað líka sum eg hevði tað
20-ára gamla Natasha Hanssen er í løtuni bústødd í Nýsælandi. Har roynir hon seg sum persónligur venjari. Hon byrjaði at taka fitness og heilsu í álvara í 2014, og síðan tá hevur tað bert gingið framá.
Byrjaði við sær sjálvari
- Eg var nokkso yvirvektig sum barn, og tað tók mær fleiri ár at læra og finna útav hvussu man skal gera fyri tapa seg, og liva eitt sunt lív. Eg læri enn í dag, sigur Natasha.
Natasha fortelur at hon ofta gav upp, tí hon var so vónbrotin tá hon ongan veg kom. Hon hevur leingi verið áhugað í lívsstíli og fitness, og hevur roynt nógvar ymsar ítróttagreinar sum yngri, men einki var heilt til hana. Tað var ikki fyrr enn í 2014, at hon byrjaði at taka lívsstíl í álvara.
Vil vera tann hjálpin fyri onnur, ið hon ikki sjálv hevði
Ofta tíma fólk ikki at spilla tíð og orku uppá okkurt, ið tey ikki halda fer at virka. Her følir Natasha at hon hevur ein fyrimun.
- Eg bleiv persónligur venjari fyri at hjálpa fólki, sum hava tað líka sum eg hevði tað. Eg veit hvussu ringt tað er, og hvussu lætt tað er at bara geva upp. Eg vil vera tann hjálpin fyri onnur, sum eg ikki hevði, sigur Natasha Hanssen.
Tað er ikki bara heilsan, ið kemur sum ein avbjóðing summar tíðir. Eisini kann tað kennast torført at altíð vera sjálvsikkur í sinum arbeiði, og at stóla uppá seg sjálvan.
- Mín størsta avbjóðing sum venjari, er at vera sjálvsikkur. Eingin persónur er fullkomin, so onkuntíð ivist eg í, um arbeiði hjá mær er gott nokk. Tað er tá, eg minni meg sjálva um, at tað er júst tí, at eg vil vera venjari, so eg bæði kann hjálpa mær sjálvari og øðrum. Líkamikið hvussu væl fyri vit eru, er altíð okkurt sum vit kunnu bøta um, innan sum uttan, tekur Natasha samanum.
3 heilsuráð at hjálpa tær í gongd
1) Tað týdningarmiklasta at gera, tá man vil broyta sín lívsstíl, er at byrja inni frá. Man fer ikki at koma langt um, man ikki broytir sín hugsunarhátt. Fyri at kunna elska seg sjálvan tá man einaferð er komin har til, ið man vil vera, má man fyrst læra at elska seg sjálvan sum man er nú. Tað er tað, sum tey flestu hava tað torført við, men tað er nemliga tað, sum fer at gera stórsta mun.
2) Lurta eftir kroppinum. Vit hava næstan øll roynt onkran kur, sum sigur, at vit skulu eta tá og tá, og eta so og so nógv. Tey flestu hava gjørt tað til ein vana at eta eitt serligt tíðspunkt hvønn dag, og steðga tá tey hava etið so og so nógv, sjálvt um tey enn eru svang, kanska eintá blíva við at eta tá tey eru mett, tí tey eiga at eta so og so nógv hvønn dag. Hetta kann blíva ordiliga ósunt tí kroppurin verður misrøktur, og vit kunnu av óvart geva kroppinum meir enn hann hevur brúk fyri ella avnokta kroppinum okkurt, sum hann hevur brúk fyri. Vit eiga ikki at siga nær kroppurin skal ella ikki skal fáa mat, men heldur umvent. Kroppurin tosar faktiskt við okkum allatíð, og tað er týdningarmikið, at vit læra at lurta eftir.
3) Rudda mjólk burtur frá tínum kosti. Tað er vísindaliga prógvað, at mjólk kann føra til acne, luft í búkin, bøglnað, at man tekur uppá, og nógv onnur óynkst hjáárin. At gera so lítið sum at steðga við at drekka mjólk, og eta mat við tilsettari mjólk kann gera stóra mun fyri kroppin.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |