- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentur skulu ikki gjalda fyri mánasjúku
Hjalti viðgongur, at dreingir eiga at vita meira um mánasjúkuna. Tó er eitt vist.
- Hvørja ferð eg spyrji gentur í býnum, um tær koma heim við mær, hava tær mánasjúkuna.
Skulu ikki gjalda fyri bind
Tað vísir seg, at dreingir sum heild eru illa kunnaðir um mánasjúku. Gentur tosa helst teirra millum og við heilsusystrina í fólkaskúlanum um mánasjúkuna. Tað er spell, at dreingir ikki eru væl við í hesari tilgongd.
- Til dømis ávirkast lagið hjá gentum ofta til tað verra, tá tær hava mánasjúku. Um vit ikki eru kunnaðir um árinini av mánasjúku, kunnu vit ikki fyrihalda okkum nóg væl til teirra støðu.
Hvat heldur Hjalti um sokallaðu fríbløðararnar, sum velja ikki at hava nakað í trussunum, tá tær hava mánasjúku?
- Tað mugu tær sjálvar um, tað er teirra kroppur. Men tað ger helst støðuna truplari hjá teimum sjálvum, um tær mugu vaska klæðini fyri blóði og turka upp, har tær hava sitið.
Harafturat metir hann tað vera órættvíst, at gentur skulu gjalda fyri bind.
- Tað er skeivt, at gentur skulu gjalda fyri bind, tí tað er av natúrligum áðum, at tær fáa mánasjúku. Tað átti at verið ein almenn veiting.
Heitið skal skiftast út
Hjalti heldur lítið um orðið mánasjúku. Allar gentur hava mánasjúku, tað er ein natúrligur partur av teirra kropsliga bygnaði.
- Tískil kann tað ikki vera ein sjúka. Vit mugu finna eitt nýtt orð fyri tað.
Lurtið eftir sendingini RøddinLive her
Hoyrið brotið við Hjalta her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |