- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgávukonsert við Guðrið Hansdóttir

Nýggja fløgan hjá Guðrið Hansdóttir, Painted Fire, er tøk, og vit kunnu gleða okkum til útgávukonsert nú leygarkvøldið 17. september klokkan 19.30. Við sær á palli er sterkt lið mannað við Benjamin Petersen, Mikael Blak og Per Højgaard Petersen. Gestatónleikarar verða KATA og Hans Marius Ziska.
21 ára gamli Benjamin Rajani hitar upp.
- Fløgan hja Guðrið er fantastisk, og vit kunnu vænta okkum eitt brak av einari konsert.
Benjamin fyrireikar seg væl til konsertina og framførir m.a. eitt nýtt lag, ið verður á komandi EP hansara.
- Eg havi altíð droymt um at spæla stórar konsertir, so tað er veruliga fantastiskt at hita upp fyri Guðrið - eg elski hennara tónleik.
Nøkur heilt fá atgongumerki eru eftir. Keyp á heimasíðuni nlh.fo
Hoyr lagið Pegasus frá fløguni "Painted Fire" her
Hoyr lagið Naked Man eftir Benjamin Rajani her
Fløgan hjá Guðrið Hansdóttir er tøk á Spotify og Itunes.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |