- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórmeistari? Hvat er tað?
Heitið “stórmeistari”, ella á enskum “Grand Master”, er tað hægsta, ein telvari kann røkka, næst eftir heimsmeistaraskapið. Tað eru umleið 1.400 stórmeistarar í øllum heiminum, og tí er hetta einki minni enn fantastiskt fyri ein føroying.
Kravið fyri at gerast stórmeistari er, at tú fært tríggjar sokallaðar GM-normar, og at styrkitalið er omanfyri 2500. Styrkitalið hjá Helga er 2546. Harumframt hevur Helgi vunnið tveir GM-normar, men av tí at tað telur dupult í olympiaduni, hevur hann loksins tryggjað sær heitið sum stórmeistari.
Helgi er sjálvlærdur
Tá styrkitalið hjá Helga fór upp um 2300, var eingin í Føroyum, sum kundi læra hann nakað. Sostatt hevur hann sjálvur ment seg til at røkka eitt styrkital upp á 2546.
Hjartaliga til lukku, GM Helgi Dam Ziska!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |