- Tíðindi, mentan og ítróttur
21 ár og bachelor frá Kongaliga tónlistaskúlanum

Dávur Birgisson er einans 17 ára gamal, tá hann sleppur inn á eitt tað hægst virda tónleikauniversitetið í norðanlondum “Det Kongelige Danske Musikkonservatorium”. Nú hann er 21 og bachelor í klassiskum gittarspæli, byrjar hann sína masterútbúgving. Men áðrenn hann fer niður, hitta vit hann í Pæsastovu til prát og konsert, sum vit filma.
Filmur: © Hanna Vang
Konsertin í Pæsastovu
Ræðandi at flyta
Fyrsta tíðin í Danmark er spennandi og eitt sindur ræðandi, m.a. tí nærmast allir næmingarnir eru væl eldri enn hann. Tó eru tey fyrikomandi og blíð, so hann fær skjótt vinir, og lærarar geva nógvan íblástur.
- Eg angri ikki, at eg fór niður so tíðliga. Mann lærir seg sjálvan betri at kenna, tá mann gerst sjálvstøðugur og hvílir onkursvegna meira í sær sjálvum. Í mínum føri hvíli eg nú meira á pallinum. Tíðin niðri hevur verið lærurík. Upplivingarnar í sjálvum sær viga meira fyri meg enn sjálvt bachelorprógvið.
Mynd: © Pætur Jákupsson
Undirvísing frá hernaðarpiloti
Flest øll gerast nervøs, spent og summi bangin áðrenn konsertir. Í tí sambandi hevur ein hernaðarpilotur havt skeið við Dáva og øðrum næmingum í skúlanum, har tey gjøgnumgingu nakrar av somu mentalu venjingum, ið herfólk fáast við, so sum at stýra andadrátti í spentari støðu.
- Tað er avgerandi til eina og hvørja konsert. Heldur enn at renna undan adrenalinsparkinum, læra vit at gagnnýta tað.
Dávur og skúlafelagi Jonas Egholm framføra kinesiskan tónleik á kinesiskari mentanarlegu
Gittarleikur myndar lívsstílin
Sterkur vilji og tol skal til, tá ein venur nógv einsamallur. Summi leita leingi, men motivatión er ikki nakað, Dávur hugsar so nógv um.
- Gittarleikur er vorðin ein stórur partur av mínum samleika. Eg noyðist ikki at leita fyri at fáa íblástur. Eins og lærarar fyrireika seg til tímar, fyrireiki eg meg til konsertir. Tó má eg vera klárur í høvdinum og væl fyri, skal eg geva íblástrinum veruligt lív. Tí drekki eg sjáldan, gangi nógvar túrar og royni at eta ordiligt.
Ofta verður sagt, at dugnaligir tónleikarar mugu venja einar tíggju tímar um dagin. Dávur venur á leið tríggjar og sigur, at nakrir heilt fáir konsentreraðir tímar geva betri úrslit enn fimm uttan konsentratión.
Mynd: © Pætur Jákupsson
Ov ljóst er at filma, so vit bíða eina løtu
Dávur venur oftast einsamallur. Við tí eru bæði fyrimunir og vansar. Sum einstaklingur eru leysari teymar at spæla við ymisk hugskot, men samstundis má ein duga at verða sjálvkritiskur.
- Fyri at varnast egnar feilir, mugu tónleikarar brýna sín sjálvkritiska sans. Eisini mást tú duga at verða einsamallur við sínum tonkum. Men tá tú spælir kamartónleik (samanspæl við øðrum tónleikarum) er lættari at peika út feilir hjá hvørjum øðrum. Og um mann heldur seg hava okkurt gott ískoyti til tónleikin, noyðist mann veruliga at bera tað væl fram, tí tað gongur útyvir stóru heildina.
Saman við tveimum øðrum er Dávur við í einum gittarbólki, ið kallast Trio Imprevisto. Fyri stuttum vunnu teir eina tónleikakapping í Køge og fingu 10.000 krónur afturfyri.
Sí teirra konsert til kappingina
- Vit eru allir tríggir sera ymiskir og skeldast nógv. Tó er gott við fleiri meiningum í einum bólki, tí sannlíkindi fyri góðar avgerðir eru helst størri, um meirilutin er samdur.
Mynd: © Pætur Jákupsson
Kanna ljóðgóðskuna hjá upptøkunum
Dávur er mentur nógv hesi trý árini. Nú trívur hann í master útbúgvingina, men tekur møguliga farloyvi, áðrenn hann gerst liðugur.
- Framtíðin verður helst merkt av at undirvísa og spæla konsertir. Mítt útgangsstøði í lesnaðinum er, at eg elski at spæla gittar, og eg elski at framføra.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |