- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ovastevna: Meiri enn bara ball
Kabarett
Longu í kvøld, fríggjakvøld kl. 20, verður kabarettin “Nakni sannleikin” framførd í Royndarhúsinum. Atgongumerkini kosta 100 krónur, og fyrireikararnir siga, at hóast hon er best, um tú kennir bygdina og fólkini, so eru eisini nógvar stuttligar týpur við, sum øll kunnu flenna at. Í ár eru tað bert kvinnur, ið spæla, og fleiri av teimum, sum plaga at vera við, eru ikki við í ár. Kabarettin verður eisini spæld leygardagin kl. 17 og 19, og bæði sunnukvøldið og mánakvøldið kl. 20. Síggj ein brellbita frá kabarettini niðanfyri.
Morgunsvimjing
Í Nólsoy svimja nakrar kvinnur á sjónum leygardagar og sunnudagar. Onkuntíð taka tær eisini menninar við. Leygardagin bjóða tær eisini tær við púra ókeypis. Tú skalt bara møta á Malarenda (niðri í fjøruni) leygarmorgunin kl. 10 við svimjiklæðum, handklæði og góða lagnum. Eitt neyst er tøkt at skifta í, og heiti potturin uttan fyri Kunningarstovuna verður eisini tøkur at fáa hitan í aftur kroppin aftan á svimjingina. Hetta kostar tó 100 krónur fyri hálvan- til ein tíma.
Stylistfyrilestur og –ráðgeving
Katrina í Geil, sniðgevi og stylistur, sum býr í Nólsoy, heldur fyrilestur um klædnasamanseting og skapan leygarmorgunin kl. 11 og um kropsskap og feilkeyp kl. 15.30. Atgongd 50 krónur. Eisini hevur hon persónliga ráðgeving til kl. 20. Bíleggið tíð á 527030. Fyrilestrarnir og ráðgevingin vera í Avhaldshúsinum.
Plantutúrur
Nólsoyarkonan Disa, sum veit nógv um plantur, greiðir frá um planturnar í bygdini. Millum annað greiðir hon frá, hvørjar plantur kunnu etast. Túrurin varir á leið ein tíma og byrjar á Kunningarstovuni leygardagin kl. 13.
Fótbóltsdystur millum tónleikarar
Vit kenna teir allar frá alskyns tónleikapallum kring landið, men á ovastevnu skulu teir eisini royna seg sum fótbóltsspælarar. Dysturin millum eldri- og yngri tónleikarar, sum vit øll kenna, er á skránni hvørt ár, og í ár byrjar hann leygardagin kl. 15 á Mýrini.
Trillubørukapping
Flottasta trillubøran skal veljast. Øll kunnu vera við – bæði bygdarfólk og avbygdarfólk – at vísa sína pyntaðu trillubøru fram. Í Nólsoy siga tey, at tað er ein ‘pimp my trillubøru’ kapping. Hetta er fyrstu ferð, at trillubørukapping er á skránni. Fyrsti vinningur er ógvuliga passandi ein trillubøra, annar vinningur eitt tjald, og triði vinningur ein lensipumpa, sum vanliga verður nýtt at pumpa sjógv úr bátum við. Vinnararnir verða funnir á keiini kl. 16.
Tónleikur
Leygarkvøldið spæla Uni Debes og Janus á Húsagarði á Maggies kl. 20. Har er ókeypis atgongd, og opið frá kl. 13 til 04. Eisini spæla Kim og Jens Marni í Tjaldinum kl. 24, ókeypis atgongd.
Matur
Á Kunningarstovuni selja tey fiskapakkar. Hetta er fiskur, epli og leykur pakkað inn og grillað. Aftur við er arvasalat. Í arvasalatini er arvi, sum er ein salaturt, ið veksur í Nólsoy, men eisini átiligar blómur og dressing. Fiskapakkin kostar 150 krónur. Eisini selur nólsoyarkonan Fríða grýturætt úr einum neysti á keiini, og úr Nólsoy frættist, at hetta eisini plagar at smakka væl.
Øll skráin til ovastevnuna 2016 sæst her.
Eisini sæst ferðaætlanin hjá Ternuni um ovastevnuna her. Ferðakostnaður fyri vaksin er 100 krónur báðar vegir, men børn og pensjónistar rinda 50 báðar vegir. Ternan tekur tó ikki kort, so minst til at hava reiðan pening tøkan.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |