- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stílurin á Tórsfest
Soleiðis sær stílurin út á Tórsfest:
Katrin Holm Poulsen, 21 ár
”Tá eg fari á Tórsfest, hugsi eg praktiskt og behagiligt, men mann má eisini ofra eitt sindur fyri at síggja gott út”. Katrin er í einum cremefarvaðum buksum, sum hon hevur arvað frá ommu síni. Einari trutleneck-blusu frá Pieces. Hálsbandið er ”knappurin” frá Niels Arge. Keppin hevur mamma Katrina keypt í New York.
Ronja Borðoy, 21 ár
”Tá eg fari á Tórsfest, hugsi eg ikki festival, men meiri sum eitt vanligt leygarkvøld í býnum.” Ronja er í einum leðurlook-buksum frá H&M, einari blondubodystocking frá SamsøeSamsøe og einum brúnum frakka frá Vila.
Laila Sofie Midjord, 21 ár
”Tórsfest er øðrvísi enn aðrir festivalar, tí tað er bara ein dag. Mann letur seg øðrvísi í enn á G! og Summarfestivali. Mann er eitt sindur fínari, og mann tekur ikki troyggjuna og gummistivlarnar fram.” Laila er í einum bláum kjóla frá Asos og einum svørtum jakka frá H&M.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |