Tabu at fáa toppkarakter?

Egin mynd
Tabu at fáa toppkarakter?
Facebook hevur stóran týdning fyri gerandissamskifti hjá okkara ættarliði og eigur hetta ikki eisini at vera ein miðil at deila okkara gleðir og góðu úrslit – eisini tá tað kemur til skúla?
15.06.2016 - 14:00

Mánadagin segði Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, í Góðan morgun Føroyum, at hon ikki helt, at foreldur áttu at deilt tað á Facebook, um børn teirra fingu góðar karakterir, tí tað hevði so stóra ávirkan á tey, sum ikki fingu góð met og foreldur teirra. Eg ætli mær als ikki at blanda meg upp í kjakið um børn og foreldur, men kjakið er eisini relevant fyri okkum ungu, og um vit skulu kunna deila góð met á Facebook ella ikki.

 

INNSLAGIÐ VIÐ BJØRGHILD DJURHUUS: Leggið ikki próvtølini hjá børnunum á Facebook

 

Hug at deila tað, sum fyllir nógv

Eg læt fyri skjótt einum mánaði síðani mína bachelor uppgávu inn, men eg havi enn ikki fingið úrslitið. Eg havi arbeitt við henni síðani í august, og hon telur umleið ein triðing av mínari samlaðu útbúgving. Hóast eg havi gjørt mítt besta, so má eg viðganga, at eg eri eitt sindur nervøs fyri úrslitinum.

 

Universitetið hjá mær brúkar bretska karakterstigan, ið gongur upp í 100%, men alt undir 40% dumpar, meðan alt yvir 70% svarar til 12. Eg droymdi eina náttina, at eg helt meg hava fingið 91%, sum er so gott, at tað næstan er óhoyrt, men eg hevði sæð talið á høvdinum og hevði tískil í veruleikanum (í dreyminum) fingið 19%, sum er so vánaligt, at eg hevði dumpað og ikki fingið bachelor prógv. Har fóru so trý strævin ár.

 

Hendan uppgávan fyllir tískil nógv í mínum lívi, og um eg fái ein góðan karakter, so er tað ein gleði, sum eg havi hug til at deila við míni vinfólk og familju. Í okkara ættarliði gert tú ikki tað við at ringja til ommu ella abba (tað ger mamma kanska), men tú deilir tað á Facebook.

 

Tabu at klára seg væl í skúlanum?

Eg minnist væl, at tá eg gekk í fólkaskúla, so var tað onkur, sum altíð rópti hart um, at “sjálvandi fær mann 11” – sum um, at øll, sum ikki fingu 11 (ja, tann stigan brúktu vit tá), vóru skítbýtt. Eg minnist eisini væl, hvussu onkur annar í flokkinum, sum ikki hevði fingið 11, hugdi niður, tá viðkomandi hoyrdi hetta. Orsøkin var allarhelst vantandi tryggleiki frá báðum pørtum, men tað hevði so stóra ávirkan á meg, sum einki hevði við tað at gera, at tá eg trý ár seinni tók studentsprógv og hevði fingið okkurt 11 tal, so tordi eg ikki at deila tað á Facebook, hóast eg eisini hevði arbeitt (næstan) líka hart og leingi fyri tann karakterin sum bachelor uppgávuna. Eg skrivaði tað tískil í kotum, so tað ikki skuldi vera so eyðsýnt og fyri ikki at gera onkra/n, sum kanska ikki hevði fingið so góð met tann dagin, kedda/n.

 

Men er tað rætt, at eg skal fjala tað, at eg eri glað og havi klárað meg væl? Fyri meg – og kanska eisini nógv onnur í okkara ættarliði – er tað, at tað ikki skal vera sosialt acceptabult at deila góð met á Facebook, næstan sum at verða noydd at fjala góð met. Fyri meg merkir tað, at um samfelagið ikki tolir tað, at vit deila okkara góðu met, tað sama sum, at tað skal vera flovisligt at fáa góð met, og er tað veruliga eitt sovorðið jante-samfelag, vit vilja hava?

 

Eiga at kunna gleðast saman

At fáa góð met snýr seg ikki um at vera heppin. Eins og tað snýr seg um hart arbeiði og venjing at verða dugnaligur tónleikari ella ítróttarfólk, so ger tað tað eisini, tá talan er um góð próvmet. Summi hava lættari við at fáa góð met, meðan hjá øðrum liggur betur fyri við eitt nú tónleiki, ítrótti ella onkrum øðrum. Eg havi ongantíð hoyrt nakran siga, at foreldur ikki skulu deila tað á Facebook, um børn teirra hava klárað seg væl í ítrótti, og kanska eg og míni foreldur áttu at verið kedd og øvundsjúk av hesum, tí eg ongantíð í lívinum havi vunnið nakað heiðursmerki í ítrótti og ofta varð vald seinast, tá vit gjørdu lið til bóltspøl í fríkorterunum. Kanska eg eisini átti at verið kedd, tá útvarp og sjónvarp siga, hvør hevur vunnið rennikappingar ella súkklukappingar?

 

Eg eri tó púra samd við Bjørghild, tá hon sigur, at vit áttu at virt hvønn annan – bæði børn, ung og vaksin – fyri annað enn góðar karakterir. Vit mugu rúma, at tað ikki eru øll, sum altíð fáa toppkarakterir og virða fólk fyri aðrar dygdir, men so mugu vit eisini kunna rúma tí, tá onkur fær góð met í skúlanum og gleðast saman við teimum, eins og vit gleðast, tá tað hevur gingið onkrum, ið stendur okkum nær, væl í ítrótti ella onkur hevur havt ein serliga góðan dag ella eina serliga góða uppliving. Og um vit veruliga gera tað, so áttu karakterir á Facebook ikki at havt so stóra ávirkan.

 

Eftir mínum tykki er tað so ikki góðum metum á Facebook, sum tað er galið við, men hvussu samfelagið sær og virðir menniskju, og hetta er ein heilt annar trupulleiki, sum ikki verður loystur við at vit steðga við at deila góð met á Facebook.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.