Fiskar tú eftir fiskaskili?

Fiskar tú eftir fiskaskili?
Hvat merkja fiskaorð, ið ofta verða nevnd í miðlunum, í grundini?
08.06.2016 - 16:00

Søguliga sæð hevur fiskivinnnan havt og hevur enn stóran týdning fyri Føroyar. Men um vit veruliga skulu skilja hendan partin av okkara mentanararvi, so mugu vit eisini skilja orðini, ið verða sett í samband við tað.


Ýti:
Støð á landi, sum hugt verður at og lagt til merkis fyri at finna aftur á fiskileiðir. Ofta eru tvey støð á landi eitt ýti. Eitt ýti kann vera til dømis, har ein fjallatoppur kemur undan einum nesi.

Fiskimið:
Góð støð at fiska.

Bankar og grunnar:
Grunnur kemur av orðinum grynna og merkir, at tað ikki er so djúpt. Banki kemur av, at fiskurin savnast. Bankar og grunnar eru ofta góð fiskimið.

Pelagiska vinnan:
Pelagiska vinnan og uppisjóvarvinnan eru tað sama. Í hesum partinum av fiskivinnuni verður fiskur, sum svimur ovarliga í sjónum, fiskaður. Hetta er t.d. makrelur, sild og svartkjaftur. Henda vinnan er ógvuliga tengd at árstíðini, tí fiskurin flytur seg nógv. Hann fitar seg upp í føroyskum sjógvi og fer ofta víðari í annan sjógv, tá hann er klárur at verða fiskaður.

Botnfiskiskapur:
Tá mann veiður botnfisk. Hetta er fiskur, sum svimur niðarlaga í sjónum. Botnfiskasløgini eru fyrst og fremst toskur, hýsa, upsi, kongafiskur, brosma og longa.

Snella:
Slag av fiskireiðskapi, har eitt hjól við nylontráði er fest á bátin. Í endanum á nylonsnelluni eru húkar við gummiboyti (følsk agn) festir. Snelluskip kunnu vera bæði størri og smærri skip, men eisini maskinbátar brúka snellu, og royna tey mest eftir botnfiski. 
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.