- Tíðindi, mentan og ítróttur
Backstage við trimmaðum monnum og kvinnum
Pætur Jákupsson hevur skrivað
Hevur tú nýliga staðið hálvnakin framman fyri speglinum og spurt, hvør eigur flottasta kropp í hesi verð? Kanska var svarið “tú”, men hvítar lygnir eru onkuntíð í lagið. Hesar myndir eru av teimum, ið lyfta vælkenda lyftið um summarkroppin á eitt heilt annað loft.
Glitrandi bikini og shorts
Í ár snúði FM fitness kappingin seg einans um at hava væl trenaðan og formaðan kropp, og um hvussu væl mann dugdi at vísa hann fram sambært kappingarreglunum. Allar kvinnurnar vóru í glitrandi bikini og menninir í summarsligum shorts.
Tey gera seg so smátt til reiðar at spenna og posera.
Twix og vodka
Bommpakkar, Twix, hunangur og vodka liggja á einum borði. Eg spurdi nakrar av monnunum, hvussu kosturin var dagarnar undan kappingina. Stutta av tí langa er, at ongin teirra hevði verið á nøkrum serligum kuri. Dagin fyri og sama dag høvdu teir m.a., etið úr Burger King, pylsur úr Effo, nógv kips o.s.fr. Teir skulu hava nóg mikið av kolhydratum.
Ímeðan teir hita upp, eta teir rískeks við hunangi, bomm og sjokolátu. Brádliga samlast teir og drekka eitt skot av vodka við hunangi í. Eg spyrji hví, men tað er bara tí.
Borðeitt við Bilum og Haribo
Brúnari enn flest
Øll eru smurd við brúnum smyrsli, ið ger tað lættari at síggja smærri detaljur í kroppinum. Tað skal smyrjast væl og ofta.
Upphitingin
Tá tað stundar til, at tey skulu á pall, tríva tey í at lyfta og spenna.
... Og so framman fyri speglinum.
Showtime!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |